16.4.2023
Summardagar
Vit glaðast um ljósu tíðina, sum liggur fyri framman og í Sóljugarði fara vit komandi tíðina, at skipa fyri summardøgum. Hetta eru dagar, har stovurnar skiftast til at skipa fyri ymiskum stuttligum aktivitetum úti í garðinum. Fyrsti summardagur verður mánadagin 17. apríl, tá Sarpastova skipar fyri. Leila hevur skrivað eina søgu um sjórænaran Reyða Bart, sum kom til Sandavágs. Børnini hoyra søguna og síðan skulu tey út á skattaveiðu, har tey hjálpa sjórænaranum Reyða Bart, at finna gullið, sum hann hevur goymt í Sóljugarði. Foreldur eru eisini vælkomin til at lesa søguna fyri børnunum heima. EITT KLIKK og tit hava søguna, sum Leila hevur skrivað og Marita so vakurt sett upp.