1.6.2022

Miðgarðsbørn vitja Sóljustovu

Starvsfólkini í Sóljustovu høvdu skipa fyri ymiskum postum, sum settu gongd í sansaskipanina. Har var runnið berføtt úti, traðka í kókað pasta, síðan í heitt sápuvatn og til síðst vórðu føturnir eltir og smurdir við krem. Børnini skuldu eisini nerta við ymiskt og gita hvat tað var. Børn og vaksin masseraðu hvørjum øðrum, meðan søga var fortald.

Tá børnini fóru til borðs at eta, komu sjálvir borgarstjóri og kommunustjóri - sera hábærslig vitjan. Og til síðst komu politistar inn í garðin við politibilinum. Ein hendingaríkur dagur :)

No items found.

Onnur kunning