Foreldraráðið í Sóljugarði hevur skipað seg. Í ráðnum eru:
Sóley Kerlok, Vár Eydnudóttir, Asta Fróðadóttir Joensen, Sólja Fríða Jóanisdóttir og Ingibjørn Johannesen
Sóley Kerlok er mamma Oliviu, sum gongur í Sóljustovu. Sóley er afturvald í foreldraráðið.
Sóley hevur ein stóran áhugafyri umhvørvinum, endurnýtslu og at gangnýta føroyska tilfeingið. Hetta ynskir Sóley at brúka í sínum leikluti í foreldraráðnum.
Vár Eydnudóttir er mamma Viólu, sum gongur í Giljastovu og Lóu, sum gongur í Sandastovu. Vár er afturvald í foreldraráðið, og er forkvinna.
Vár ynskir at vera viðvirkandi til ein góðan felagsskap um barnagarðin. Hon raðfestir m.a. námsfrøði, fleirmentan, náttúru og hvussu tøknin verður nýtt í barnagarðshøpi.
Asta Fróðadóttir Joensen er mamma Ragnar, sum gongurí Steiga-/Giljastovu. Asta er afturvald í foreldraráðið, og er næstforkvinna.
Asta hevur stóran áhuga í nýggjari granskinginnan barnaøkið. Eins væl og kunning og áhaldandi læring til námsfrøðingar og hjálparfólk.
Sólja Fríða Jóanisdóttir er mamma Fíu, sum gangur í Sóljustovu. Sólja er afturvald í foreldraráðið.
Sólja raðfestir rúmligheit - at einstaka barnið verður møtt í eygnahædd, og at man rúmar barninum har, sum barnið er. Sólja sær týdningin í, áhaldandi at seta fokus á tað fínmotoriska eins væl og grovmotoriska menning.
Ingibjørn Johannesen er pápi Louisu og Katrinu, ið ganga í ávíkavist Steiga- og Sandastovu. Ingibjørn er nývaldur í foreldraráðnum, og er skrivari.
Ingibjørn ynskir at vera við til at framtíðartryggja Sóljugarð, og ynskir at raðfesta góða kunning millum foreldrini, stovnin og kommununa.
Vit vilja fegin frætta frá tykkum foreldrum/verjum, um tit ynskja at vit skulu taka ávís mál upp. Vithava tagnarskyldu, og øll mál vera viðgjørd í trúnaði.
Samband fæst við foreldraráðið umvegis teldupost: foreldur.soljugardur@vaga.fo
Endamál foreldraráðsins er at fremja áhugamál foreldrana hjá børnum í Sóljugarði. Ráðið skal arbeiða jaligt fyri at styrkja um samstarvið millum heim, stovn og kommunu. Ráðið skal virka fyri trivnaðinum millum børn, foreldur, starvsfólk og stovn. Ráðið arbeiðir við yvirskipaðum málum, mannagongdum, tiltøkum o.ø. og skal nýtast sum hoyringspartur í viðkomandi málum.