11.12.2023
Sóljugarður søkir eftir námsfrøðingum
Sóljugarður søkir eftir tveimum námsfrøðingum at byrja 2. januar 2024 ella eftir avtalu. Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum. Vága kommuna søkir eftir tveimum námsfrøðingum til Sóljugarð. Talan er um fulltíðarstørv, við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting. Vit leggja stóran dent á, at børnini eru saman við nærverandi og kveikjandi vaksnum, soleiðis at tey fáa møguleika at mennast í spæli, saman við bæði vaksnum og øðrum børnum. Tí skipa vit okkum í smáum bólkum, í mun til tørvin hjá børnunum, har tey fáa frið til at hugsavna seg. Vit eru nógv úti og nýta nærumhvørvið og náttúruna, har børnini hava møguleika fyri at spæla, sansa og røra seg á ymiskan hátt. Vit bjóða skeið, bæði til roynd og óroynd starvsfólk. Har undirvíst verður í okkara námsfrøðiligu amboðum, við støði í okkara barna- og læruáskoðan og virðisgrundarlagi, hesi amboð kunnu lesast meira um á okkara heimasíðu www.soljugardur.fo.