Vit brúka spor námsfrøði í okkara arbeiði í Sóljugarði.
Námsfrøðiliga uppgávan er at, stuðla barninum í at menna ein samanhang ímillum ymiskar frásagnir um seg sjálvan og umheimin, og at stuðla barninum í at menna yvirvág av jaligum frásagnum, soleiðis at barnið mennir eina jaliga sjálvsfatan og upplivir, at verðin er eitt gott stað at vera.
Spor námsfrøði tekur støði í, at handla viðurkennandi og at seta fokus á frásagnir hjá børnunum. Spor námsfrøði, sum byggir á D.I.B (Den Integrerede baggrund), roynir at skapa ein inkluderandi og integrerandi pedagogik, har meiningin og týdningurin hjá tí einstaka barninum, integrerast í felags søgufrásagnir, spæl og virksemi hjá bólkinum og harvið integrereast í sosiala felagsskapin.
Øll sum arbeiða við børnum, arbeiða onkursvegna við sporum. Spor eru tekin, sum børn seta. Okkurt, sum tey eru serliga upptikin av, og vísa áhuga fyri. Okkurt, sum tey fortelja, tekna ella samla uppá. Tað er munur á, hvussu tú viðger hesi sporini, og hvønn týdning tú gevur teimum.
Sum ein partur av okkara spor námsfrøði, fáa børnini eitt ringbind tá tey byrja í Sóljugarði "míni ár í Sóljugarði".
Hesi ringbindini skulu brúkast til at samla spor, sum børnini seta eftir seg, líka frá fyrsta degi, tey koma í Sóljugarð til tey fara úr. Tað fyrsta sporið hava børnini við sær heimanífrá. Skjalið gott at vita um meg verður útfylt av foreldrunum tá barnið byrjar í vøggustovu og vit koyra tað í ringbindi. Síðan koyra vit myndir, sporyvirlit og annars ymiskt, sum barnið møguliga hevur gjørt, í samband við kreativt virksemi, í.
Hettta brævið liggur í kuffertinum, tá børnini byrja í Sóljugarði:
Hvat er eitt spor ?
Spor eru tekin sum børn seta. Okkurt, sum tey eru serliga upptikin av, og vísa áhuga fyri. Okkurt, sum tey fortelja, tekna ella samla uppá. Øll, sum hava við børn at gera, arbeiða onkursvegna við sporum, men munur er á, hvussu tú viðger hesi sporini, og hvønn týdning tú gevur teimum.
Vit stremba eftir at finna sporini hjá hvørjum barni sær. Soleiðis, at vit á besta hátt kunna stuðla barninum í menningini.
Vit arbeiða, av og á, við verkætlanum, har børnini fáa møguleika fyri at fordjúpa seg í einum evni, sum hugtekur tey. Børnini læra mest við at takast við tað, sum hugtekur tey. Vit vaksnu kunna tilføra nýggja vitan og vit kunna eisini skapa umstøður, so børnini kunna læra av hvørjum øðrum. Vit síggja barnið, sum ein, sum vil og kann. Og sum hevur evnir og hug til at læra og mennast. Tá vit arbeiða í verkætlanum, leggja vit upp til, at bæði børn og vaksin aktivt taka lut.
Vit arbeiða eftir tí áskoðan, at børn eru fødd við eini røð av førleikum, sum teirra menning byggir uppá. Tí eru børn aktivt við til at skapa teirra egnu menning. Heilt frá byrjan av eru børn sosial individ, sum søkja samspæl við onnur.
Hesum heuvr Lise Ahlman granska í, skriva bøkur um og gjørt video upptøkur av. Og er tað hennara tilfar, sum vit arbeiða útfrá. Hon kallar tað "Innlært hjálparloysi", tá børn ikki verða tikin við í tá, eitt nú blæðan skal skiftast, tey skulu lata seg í klæðir, ella til eina máltíð.
Í vøggustovunum eru tað nógvar praktiskar uppgávur. Og ofta er tað nógv at gera, tí er tað vandi fyri, at tær praktisku uppgávurnar verða gjørdar so skjóttt og effektivt, sum gjørligt. Men tað er sera týdningarmikið fyri børnini, at tey verða tikin við í øllum aktivitetum. Um tey ikki verða tað, verða tey passiv og verða snýtt fyri praktiskari læring, samspæli og menning.
Tá vaksin forvanta at smá børn eru hjálparleys, ger tað, at tey vaksnu ikki duga at síggja teir førleikarnar, sum børnini longu hava ella eru í ferð við at læra. Tá børnini royna at peila seg inn á, hvat tey vaksnu vanta av teimum, ella ikki vanta, verða tey fastlæst í teirra egna hjálparloysi. Tá verða børnini passivir lutir, sum móttaka umsorgan.
Tað er góð umsorgan, tá børnini sjálvi duga. Tí skulu tey verða tikin við, sum aktivir viðspælarar, tá blæðan skal skiftast, tey skulu lata seg í klæðir osv. Tað er í samstarvinum millum børn og vaksin, at tann vaksni kann skapa eitt gott tilknýti og tryggleika, sum gevur barninum hug og mót til at møta níggjum avbjóðingum.
Børnini hava tørv á at verða stuðlað av okkum. Okkara troyst, uppmuntran, góðkenning, íblástri, hjálp til at loysa tvístøður, at tosa við, fáa svar frá, líka sum tey eisini hava tørv á tryggleika, nærleika, fysiskari kontakt og stuðli, frá okkum vaksnu. Alt hetta hava tey tørv á fyri, at hava dirvi til at læra seg nakað nýtt og royna nýggj mørk.
Um vit skulu kenna teirra tørv, mugu vit geva okkum stundir til at vera nærverandi. Til virkuliga at lurta, fara niður í barnahædd, síggja tey smáu signalini. Vit vaksnu kunna hava lindi til, at halda okkum vita, hvat børnini hava tørv á og koma tí til at svara fyri tey av og á. Serliga um vit skula skunda okkum.
Sjálvbjargin børn er ikki eitt mál í sær sjálvum. Men tað, sum hevur týdning ar, at vit eru felags um nakað, at børnini kenna seg sædd og kenna at tey hava ávirkan á sítt egna lív. At tey verða viðurkend við øllum sínum kenslum og førleikum. Ella bara verða viðurkend fyri tað, sum tey eru.
Hetta er tað, sum vit arbeiða við. Okkara mál er at børnini skulu verða aktivir luttakarar í teirra egna lívi. Hetta verður gjørt við at vit finna fram til arbeiðsháttir, sum inndraga børnini. Vit royna nýggjar mátar at gera tey praktisku tingini uppá og raðfesta tíðina, saman við børnunum, heldur enn at raðfesta skjótleika.
"betri Vinir" er tilfar, sum fyribyrgir happing. Hetta er eitt námsfrøðiligt amboð, sum vit brúka til at stuðla børnunum í teirra vinskapum og í trivnaðinum.
Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Tilfarið er ætlað til 0-9 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini, í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet.
Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
https://www.barnabati.fo/betri-vinir/
Fimm ráð til foreldur (0-3 ár)
Børnum tørvar góðar vinir, so at tey trívast og menna seg jaliga.Tá ið børn, heilt frá byrjan, læra, hvussu tey kunnu vera góðir vinir, fyribyrgja vit samstundis happing seinni. Sum foreldur kanst tú vera við at varðveita tað góða huglagið í vøggustovuni/dagrøktini.Tú ert týdningarmesta fyrimyndin hjá barni tínum, og vit vita, at tá ið foreldur stuðla felagsskapinum, so sæst tað aftur í mátanum, sum børnini eru saman uppá.
Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing
Vit hava tí gjørt fimm góð ráð, hvussu tú sum foreldur kanst vera við at tryggja, at øll børn – eisini títt barn – kenna seg sum ein part av felagsskapinum.
Sjey ráð til foreldur (3-9 ár)
Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnað hjá børnum – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. Heima við døgurðaborðið eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barnagarðinum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at foreldur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børnum.
Soleiðis hjálpir tú at fyribyrgja happing
Um mann fylgir ráðunum hjá Betri vinir – og gjarna kjakast um tey í foreldrabólkinum – er mann væl á veg til at tryggja ein góðan barnafelagsskap, har rúm er fyri øllum børnum.