20.5.2023

Garðdagurin 19. mai 23

Fríggjadagin skipaði foreldraráðið í Sóljugarði fyri einum garðdegi. Tað eru mong ár síðan, at garðdagur var í Sóljugarði, so tað var spennandi at vita, hvussu hetta fór at eydnast. Tað má sigast, at dagurin var sera væl eydnaður. Foreldrini tóku sera væl undir við degnum. Tað var arbeitt hart allan seinnapartin og nógv kom burturúr. Spælihús vórðu sjeina upp, tveir lítlir bátar komu av bakkastokki, kápultunnur fingu nýtt lív, kálgarður var settur á stovn, blómubed varð lúkað, kantar hampaðir, portur afturgjørd og manngt slíkt. Børn, foreldur, systkin, ommur, abbar og starvsfólk hugnaðu sær óført. Dagurin endaði við pitsa, so kundu vit fara heim, mett og væl sett. Ein deiligur dagur í frísksligum havaveðri. 1000 takk fyri :)

No items found.

Onnur kunning

2.1.2024

Varaleiðari til Sóljugarð (farloyvisstarv)

Vága kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaleiðara til Sóljugarð at byrja 1. apríl 2025 ella eftir avtalu. Starvið er eitt farloyvisstarv. Um starvið:Sum varaleiðari fært tú leiðslu-, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur. Tú verður partur av einum stovni í menning, har spæl,  nærvera, trivnaður og námsfrøði eru í hásæti. Vit bjóða:Ein fjølbroyttan gerandisdag við ávirkan á námsfrøðiligu kósinaMøguleika fyri persónligari og fakligari menningEitt gott arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfólkum Vit vænta, at tú:Er útbúgvin námsfrøðingurHevur leiðsluroyndir og megnar at kveikja starvsfólkHevur breiða fakliga vitan um børn 0-7 árKann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum tørviBrennir fyri námsfrøðiligari menning og hevur ein álítandi leiðslustíl Um SóljugarðSóljugarður liggur í Sandavági, og er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum. Dentur verður lagdur á spæl, relatiónir, náttúruna og eitt lærandi umhvørvi. Leiðslutoymið tryggjar dygdargóða menning av stovninum. Løn og umsóknLøn og treytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli. Umsóknarfreist: Týsdagin 25. februar 2025.Meira fæst at vita við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456.