3.10.2022

ABC vikan í Sóljugarði 3. okt til 7. okt.

Soleiðis er ABC vikan skipað í Sóljugarði

Mánadagin fáa børnini álmanakkan "Virkin oktober" frá Fólkaheilsuráðnum við heim. Her eru nógv góð hugskot til, hvat familjur kunnu gera saman, fyri at betra um sálarligu heilsuna.

Týsdagin gera vit krabbagoggur og tosa m.a. um "Nær ert tú ein góður vinur" og "Hvat ger teg glaða/kedda".

Mikudagin hava vit sangløtu í Nullinum fyri øllum stovninum.

Hósdagin fara vit í árgangsbólkar. Árg. 16 fer í ítróttarhøllina og árg. 17 í fimleikahøllina, har skipað verður fyri rørslu- og samstarvs spølum. Árg. 18 fer hagatúr, har vit venja grovrørslurnar v.m. og árg. 19 er í stóra garði, har tað verður skipað fyri rørslu- og sansa spølum.

Fríggjadagin er ráðleggingardagur hjá starvsfólkunum, har yvirskriftin er" Hvussu skapa vit trivna í garðinum, har børn og vaksin hava nakað felags at hugsavna seg um".

Vit hava ein stóran garð og eru úti í øllum veðri - eisini vøggustovubørnini. At merkja vindin, regnið, sandin, ánnað og sólina, er gott fyri likam og sál.

Øll børnini, fáa eitt Sporkuffert, tá tey byrja í Sóljugarði. Hetta kuffertið verður fylt við sporum, sum eru minnir frá vøggustovu- og barnagarðslívinum. Kuffertið fáa børnini heim við, tá tey fara úr barnagarðinum. Soleiðis fáa tey søguna, um seg, sum verður eitt kært minni frá tíðini í Sóljugarði.

Soleiðis lata vit okkara vanliga virksemi í ABC klæðir.

No items found.

Onnur kunning

2.1.2024

Varaleiðari til Sóljugarð (farloyvisstarv)

Vága kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaleiðara til Sóljugarð at byrja 1. apríl 2025 ella eftir avtalu. Starvið er eitt farloyvisstarv. Um starvið:Sum varaleiðari fært tú leiðslu-, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur. Tú verður partur av einum stovni í menning, har spæl,  nærvera, trivnaður og námsfrøði eru í hásæti. Vit bjóða:Ein fjølbroyttan gerandisdag við ávirkan á námsfrøðiligu kósinaMøguleika fyri persónligari og fakligari menningEitt gott arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfólkum Vit vænta, at tú:Er útbúgvin námsfrøðingurHevur leiðsluroyndir og megnar at kveikja starvsfólkHevur breiða fakliga vitan um børn 0-7 árKann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum tørviBrennir fyri námsfrøðiligari menning og hevur ein álítandi leiðslustíl Um SóljugarðSóljugarður liggur í Sandavági, og er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum. Dentur verður lagdur á spæl, relatiónir, náttúruna og eitt lærandi umhvørvi. Leiðslutoymið tryggjar dygdargóða menning av stovninum. Løn og umsóknLøn og treytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli. Umsóknarfreist: Týsdagin 25. februar 2025.Meira fæst at vita við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456.