Køksfólk til Sóljugarð
Søkt verður eftir fólki til at matgera í Sóljugarði, at byrja 1. mai 2022. Talan er um eitt 30 tíma starv.
Um okkum
Sóljugarður er dagstovnur hjá Vága kommunu, sum liggur í Sandavági. Í Sóljugarði ganga 90 børn.
Arbeiðsuppgávur:
Vit vænta av tær, at tú:
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til vaga@vaga.fo ella í brævi til Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur. Viðmerk “køksfólk” í teldupostinum ella á brævinum.
Umsóknarfreistin er týsdagin 19. apríl, kl. 12.00.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456.