Kom við á ævintýraferð í Sandavági.
Við hægstu normering í landinum, hava vit møguleika fyri at veita bestu tænastu til barnafamiljuna í nútíðarsamfelagnum.
Vága kommuna søkir tí eftir 4 námsfrøðingum til Sóljugarð, at byrja 8. august 2022. Størvini eru í barnagarðsstovu. Talan er um fulltíðarstørv, við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð.
Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss við dugnaligum starvsfólkum, har trivnaður og faklig menning hevur høga raðfesting. Í ár hava vit sett sjóneykuna á ævintýrheimin, har ætlanin er at taka børn og vaksin við á eina spennandi og læruríka ævintýraferð.
Vit ynskja at børnini í Sóljugarði skulu kenna seg sum serstøk og sum part av tí góða felagsskapinum. Børnini skulu hava møguleika fyri at luttaka í virksemi, sum hevur týdning fyri tey. Okkara námsfrøði tekur støði í áhuganum hjá børnunum. Hetta kalla vit spornámsfrøði, har vit skipa virksemi eftir teirra áhuga.
Vit leggja stóran dent á, at børnini eru saman við nærverandi og kveikjandi vaksnum, soleiðis at tey fáa møguleika at mennast í spæli, saman við bæði vaksnum og øðrum børnum. Tí skipa vit okkum í smáum bólkum, í mun til tørvin hjá børnunum, har tey fáa frið til at hugsavna seg.
Vit eru nógv úti og nýta nærumhvørvið og náttúruna, har børnini hava møguleika fyri at spæla, sansa og røra seg á ymiskan hátt. Tí tað er gjøgnum kropsligar rørslur og sansir, at barnið lærir umheimin at kenna. Samspæli millum sansirnar, heilan og kroppin er altavgerandi fyri, hvussu barnið mennist rørsluliga, málsliga, kognitivt, og ikki minst hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum.
Vit bjóða hjálparfólkaskeið, bæði til roynd og óroynd starvsfólk. Har undirvíst verður í okkara námsfrøðiligu amboðum, við støði í okkara barna- og læruáskoðan og virðisgrundarlagi.
Okkara námsfrøðiligu amboð eru:
Vit vænta at tú:
Søkt verður eisini eftir tveimum avloysarum at byrja skjótast gjørligt.
Ert tú ung/ur og hevur tørv á at taka eitt sabbatsár, áðrenn tú fert undir víðari lestur, ert tú vælkomin at søkja. Vit hava góðar royndir við ungum starvsfólkum, tá námsfrøðingar mangla.
Ynskir tú at verða partur av hesum spennandi arbeiðsplássi, er bara at søkja. Vit gleða okkum til at hoyra frá tær.
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til Vága kommuna Hammershaimbsvegur 1 360 Sandavágur. Merk brævbjálvan ella teldupostin ”umsókn”.
Umsóknarfreistin er sunnudagin 1. mai 2022 kl. 12.00.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara, á tlf. 794456. Eisini ert tú vælkomin at vitja okkum á Hammershaimbsvegi 9, í Sandavági.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.