18.3.2022

Sóljugarður á ævintýraferð

18-03-2022

Tað er ikki einans umhvørvið, rundan um barnagarðin Sóljugarð í Sandavági, ið er ævintýrakent við sínum stóra vakra útiøki, har børnini hava góðar møguleikar at røra seg. Stovnurin liggur mitt í bygdini, við sera vakrari náttúru, har tað er stutt til ánna, viðarlundina, sandin og fótbóltsvøllin.

Inni á stovninum verður somuleiðis stórur dentur lagdur á at skapa góðar karmar og starvsfólk fáa møguleika at vera kreativ. Í felagsøkinum inni á stovninum er Lív Eklund, hjálparfólk og listafólk, sloppin at vísa hvat hon dugir til. Lív hevur málað fleiri ymisk ævintýr á stóru beru veggirnar. Málningarnir eru stórir og litríkir, og siga eina søgu, har børnini á stovninum gerast hugbundin tá starvsfólkini siga frá søgunum og børnini kunnu eisini gera sínar egnu ævintýrasøgur.

Í stóra felagsrúminum eru teppir hongd upp, soleiðis at rúmið kann deilast upp í fleiri smærri rúm. Her kunnu børnini spæla leikir fyri hvørjum øðrum, har málningarnir hjá Lív virka sum leiktjøld handan børnini. Endamálið er at búgva børnini til at brúka sítt innlivaða hugflog, og at menna teirra skapandi evni.

Tað er vorðin siðvenja í Sóljugarði, at hava eina yvirskrift fyri hvørt ár, og í 2022 er yvirskriftin ævintýr. Ætlanin er at taka børn og vaksin í Sóljugarði við á eina ævintýraferð, har tað verður arbeitt við teimum góðu gomlu ævintýrunum í eitt longri tíðarskeið, har møguleiki er at fordjúpa seg.

Í ævintýraheiminum er møguleiki fyri at arbeiða við teimum mongu kensluligu hugløgunum, sum ævintýr rúma, m.a. grundleggjandi menniskjaligar ósemjur, sum børn eisini kenna aftur í teirra gerandisdegi. Eitt nú hvussu kennist tað at vera barnið, sum útihýsir einum øðrum barni og hvussu kennist tað at vera barnið, sum verður útihýst. Børnini liva seg inn í hesar kenslurnar - bæði tað góða og tað ónda. Tað forloysandi við ævintýrum er, at tey enda altíð gott og tey rúma vón og góð menniskjalig virðir. Tí eru ævintýr eitt gott námsfrøðiligt amboð, sum er kveikjandi fyri bæði børn og vaksin, sum skapar arbeiðsgleði í gerandisdegnum og skapar karmar fyri góða felagsskapinum.

Sjálvur stovnurin varð bygdur í 2003 og varð víðkaður í 2009 við tveimum vøggustovum afturat, soleiðis at tað í dag eru tilsamans 7 stovur. Tað starvast 32 námsfrøðingar og hjálparfólk á Sóljugarði, umframt avloysarar. Frá 1. apríl 2022 ganga 95 børn í Sóljugarði.

Frá 1. januar í ár hækkaði býráðið normeringina á stovnsøkinum í Vága kommunu. Býráðið ynskti, at raðfesta tíð saman við børnunum, og samtykti hægri normering á dagstovnaøkinum. Hetta hevur við sær at dagstovnarnir í Vága kommunu hava hægstu normering í landinum. Meir kunning um normeringina á stovnunum kann finnast við at klikkja her.

No items found.

Onnur kunning