5.9.2021
Sangløtan fríggjamorgun
So eru vit komin gott í gongd aftur, aftaná summarferiuna. Síðan Sóljugarður varð stovnaður í 2003, hava vit havt eina fasta sangløtu um vikuna fyri allan stovnin. Tó hevur sangløtan verið niðurløgd vegna Corona, men nú hava vit tikið sangløtuna upp aftur. Tað er onki minni enn fantastiskt, at kunna samlast aftur til sang í Nullinum. Sangløtan er hvønn fríggjamorgun kl. 9.30 - 9.45.