3.11.2021

Kunningarskriv viðv. corona smittustøðuni í løtuni

Til øll foreldur hjá børnum í dagstovnum hjá Vága kommunu

Hóast koronasmittutrýstið er høgt í landinum í løtuni, eru vit í Vága kommunu enn sloppin lutfalsliga væl. Støðan kann tó skjótt broytast, og tí mugu vit øll vísa størsta varsemi. Dagstovnaleiðararnir, saman við umsitingini hjá kommununi, hava tikið avgerð um, at børnini á dagstovnunum bara eru saman stovuvís, tá vit eru innandura. Annars eru øll starvsfólkini tilvitað um, at halda gott reinføri, fyri at verja børnini sum best ímóti, at smittan kann nørast ástovnunum. Hóast vit enn ikki hava merkt nakað til starvsfólkatrot á dagstovnunum, so ynskja vit at binda um heilan fingur. Tí kemur kommunan við hesi áheitan á øll foreldur at børnum í dagstovnum hjá Vága kommunu:

-         At foreldur minnast til at vaska/spritta hendur tá komi verður á stovn.

-         At minnast til at halda frástøðu til onnur foreldur, og ikki savnast inni á stovninum.

-         Um barnið hevur smittueyðkenni, so skal barnið verða heima.

-         Um foreldur hava møguleikan, mæla vit til, at tey hava barnið heima.  

Vága kommuna hevur havt samband við landslæknan og handfer íkomnu støðuna eftir bestu sannføring, og vóna vit, at vit koma so væl ígjøgnum hesa støðuna sum gjørligt. Vága kommuna ynskir at takka foreldrunum og avvarðandi fyri sín lut í, at vit koma smittuni til lívs.

Broytist støðan,og harvið tilmæli, verður kunnað um hetta sum skjótast.

Eru spurningar ella ivamál um støðuna annars, eru foreldur altíð vælkomin at venda sær til dagstovnaleiðaran.

 

Bjarni Prior,borgarstjóri

No items found.

Onnur kunning