Dagstovnarnir í Vágum eru í summarfrí frá 7. juli til og við 6. august. Í ár er tað alvalon, sum hevur opið fyri tey, sum ikki hava summarferiu hetta tíðarskeiðið. Boðast skal frá til leiðaran á stovninum, har barnið gongur, um tørvur er á tilboðnum um summaransing. Hetta skal gerast áðrenn 1. mai, við upplýsingum um nær barnið møtir og nær barnið heldur summarferiu sína.