Søkt verður eftir námsfrøðingum til at arbeiða í einum av okkara barnagarðsstovum og vøggustovum. Starvsbyrjan er 1. november ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at arbeiða 30-40 tíma viku.
Sóljugarður er ein stovnur við uml 80 børnum mitt í Sandavági. Vit hava 3 vøggustovur við 10 børnum í hvørjari, 3 barnagarðsstovur við 10-15 børnum og eina stovu til tey 6 ára gomlu børnini.
Í Sóljugarið starvast um 30 dugnalig og íðin fólk. Okkara staðseting er tætt við sandin, ánna, fótbóltsvøllin, viðarlundina og aðrar perlur í Sandavági.
Sóljugarður er eitt livandi stað, har nærvera og spælandi børn eru ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði.
Sum námsfrøðingur í Sóljugarið ert tú, saman við tínum starvsfelagum, við til at syrgja fyri at námsfrøðiligu karmarnir eru góðir, og at gerandisdagurin hjá børnunum er innihaldsríkur, har fyrst og fremst spæl og nærvera, útilív og góður trivnaður er ein týðandi partur av okkara námsfrøðiliga arbeiði. Tú sleppur at leggja gerandisdagin til rættis, og fyrireika og eftirmeta tað námsfrøðiliga arbeiði.
Arbeiðið samskipar tú saman við námsfrøðingi, hjálparfólkum og leiðaranum. Harumframt verður tú við til at menna, endurskoða, tillaga og seta tín dám á okkara virksemi.
Okkara styrki er at vit arbeiða væl saman, eru hjálpsom, undrandi og vit hava tað stuttligt saman.
Vit leggja dent á:
· Námsfrøði og dygd
· At spælið er virðismett, sum tað týdningarmesta fyri barnsins menning
· Relatiónsarbeiði
· Gott samastarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
· Tey vaksnu eru kveikjandi og aktiv saman við børnunum
Vit vænta at tú hevur hug og hegni at skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag, við virðing fyri tí einstaka barninum. Dugur at samstarva og at taka ábyrgd, so vit í felag fáa lyft námsfrøðiligu uppgávurnar, og er fyrikomandi og hevur evni at samskifta virðiliga við foreldur, starvsfelagar og onnur.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2-8.
Søk starvið við at kliggja á SØK NÚ knappin á høgru síðu viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum. Umsóknarfreistin er hósdagin 10. oktoberr 2024.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456.
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í fyribils starv.