4.5.2021

Vága kommuna søkir eftir Námsfrøðingum og avloysarum til Sóljugarð

 

-ein stovnur í Vága kommunu

 

Vága kommuna søkir eftir Námsfrøðingum og avloysarum til Sóljugarð

Søkt verður eftir 5 námsfrøðingum, at byrja 9. August. Trý av størvunum eru farloyvisstørv. Størvini eru í vøggustovu og barnagarðsstovu. Eisini er eitt av starvinum til ávísar stuðulsuppgávur. Talan er um fulltíðarstørv við møguleika fyri at arbeiða niðursetta tíð. Eisini verður søkt eftir tveimum avloysarum, at byrja skjótast gjørligt.

Um okkum:

Vit bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss, við einum dugnaligum starvsfólkahópi, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest. Í ár hava vit sett sjóneykuna á relasjónir og tilknýti. Eisini eru vit partur av verkætlanini PNN hjá Námsvísindadeildini á Setrinum.

Vit vilja at børnini í Sóljugarði skulu kenna seg sum serstøk og sum part av tí góða felagsskapinum. Børnini skulu hava møguleika fyri at luttaka í virksemi, sum hevur týdning fyri tey. Okkara námsfrøði tekur støði í áhuganum hjá børnunum. Hetta kalla vit spornámsfrøði, har vit skipa virksemi eftir teirra áhuga.  

Vit leggja dent á at børnini eru saman við nærverandi og kveikjandi vaksnum, soleiðis at tey fáa møguleika at mennast í spælinum, saman við bæði vaksnum og øðrum børnum. Tí skipa vit okkum í smáum bólkum, í mun til tørvin hjá børnunum, har børnini fáa frið til at hugsavna seg.

Vit eru nógv úti og nýta náttúruna og nærumhvørvið, har børnini hava møguleika fyri at spæla, sansa og røra seg á ymiskan hátt. Tí tað er gjøgnum kropsligar rørslur og sansir, at barnið lærir umheimin at kenna. Samspælið millum sansirnar, heilan og kroppin er altavgerandi fyri, hvussu barnið mennist rørsluliga, málsliga, kognitivt og ikki minst hevur tað stóran týdning fyri trivnaðin hjá barninum.

Hygg inn á www.soljugardur.fo og fá meira at vita um okkum og okkara námsfrøði.

 

Vit vænta at tú:

·     Hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemi á stovninum.

·     Ert nærverandi og tekur ábyrgd.

·     Ert lurtandi, forvitin at finna ”spor” og áhuga/ur í at uppbyggja góðar relasjónir. Har børnini kenna seg viðurkend og avhildin.

·     Brúkar náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð.

·     Hevur góð samstarvsevnir og kann arbeiða sjálvstøðugt.

·     Sært avbjóðingar fram um mørk og er opin fyri broytingum.

·     Vilt samstarva og arbeiða eftir okkara virðisgrundarlag, barna-og læruáskoðan, námsfrøðiligu málum og teimum málumum, ið sett eru fyri stovnin.

 

Ynskir tú at vera partur av hesum spennandi staðið, er bara at søkja. Vit gleða okkum, at hoyra frá júst tær.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, skal sendast við telduposti til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til:

Vága kommuna

Hammerhaimbsvegur 1

360 Sandavágur

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. Maj 2021.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita, við at venda sær til Helenu Skarðenni, leiðara á tlf. 794456, ella skriva til soljugardur@vaga.fo, eisini vælkomin til at vitja heimasíðuna www.soljugardur.fo.

Merk brævbjálvan ella teldupostin: ”umsókn”. 

No items found.

Onnur kunning