Saman við 8 øðrum dagstovnum/frítíðarskúlum og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum verður okkara stovnur við í einari námsfrøðiliga verkætlan, ið skal menna námsfrøðiliga arbeiði í luttakandi dagstovnunum. Dagstovnarnir eru í Vága kommunu, Eiðis kommunu, Sunda kommunu og Nes Kommunu.
Í stuttum er uppskriftin, at ein granskari og tríggir dagstovnar stovna eitt Professionelt Námsfrøðiligt Netverk. Frá hvørjum dagstovni luttaka ein leiðari og tveir námsfrøðingar í einum netverksbólki, ið skal vera bindiliðið út til einstøku stovurnar á teimum trimum dagstovnunum.
Netverkið er avmarkað í tíð. Tað møtist fýra ferðir (umleið tríggjar tímar hvørja ferð); hvørja ferð er ein skrá, ið skal facilitera at í seinasta enda verður námsfrøðiliga arbeiði betra í dagstovnunum. Hesar betringar skulu standast av, at netverksbólkarnir arbeiða saman við at finna nakrar felags námsfrøðiligar aðalreglar, sum skal roynast av í verki. Hesar námsfrøðiligu aðalreglurnar skal vera eitt svar uppá uppá eina konkreta avbjóðing, ið einstaki dagstovnurin stendur í, t.d. hvussu møta vit mammum úr øðrum londum, hvussu skapa vit eitt tilboð til børn ið hava fingið staðfest ADHD, hvussu læra vit børn at handfara ósemjur ella hvussu økja vit orðafeingið hjá dreingjum í aldrinum 3-5 ár.
Netverksbólkurin verður leiddur av útifyristandi fólki frá Námsvísindadeildini. Netverksleiðarin skal tryggja, at processin gongur so væl sum gjørligt. Somuleiðis kemur netverksleiðarin at deila við luttakarar atgongd til gransking, ið kann nýtast til hugkveikjan at arbeiða við teirra ásettu felags avbjóðing.
Longi hevur verið arbeitt í londunum rundanum okkum við einum líknandi skipan, ið nevnist ein Professionellur Lærandi Felagsskapur – mest í skúlum, men eisini í dagstovnum. Seinastu fimm árini er skjøtil síðani eisini settur á at stovna Professionell Námsfrøðilig Netverk innan skúlaøkið, men onki serligt er enn gjørt við dagstovnar. Harvið vera hesar kommunurnar í Føroyum saman við námsvísindadeildini nøkur av teimum fyrstu í heiminum, ið royna skipanina við Professionel Námsfrøðilig Netverk av í verki í dagstovnahøpi.
Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Námsvísindadeildina og verkætlanarleiðari er Jóhannes Miðskarð, Phd og Adjunktur á Námsvísindadeildini.
Meira fæst at vita um menningarverkætlaninna á hesari heimasíðu, har tað eisini ber til at melda seg til eitt tíðindabræv: https://www.pnngransking.com/