
Varaleiðari til Sóljugarð (farloyvisstarv)
Vága kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum varaleiðara til Sóljugarð at byrja 1. apríl 2025 ella eftir avtalu. Starvið er eitt farloyvisstarv. Um starvið:Sum varaleiðari fært tú leiðslu-, umsitingarligar og námsfrøðiligar uppgávur. Tú verður partur av einum stovni í menning, har spæl, nærvera, trivnaður og námsfrøði eru í hásæti. Vit bjóða:Ein fjølbroyttan gerandisdag við ávirkan á námsfrøðiligu kósinaMøguleika fyri persónligari og fakligari menningEitt gott arbeiðspláss við fakliga dugnaligum starvsfólkum Vit vænta, at tú:Er útbúgvin námsfrøðingurHevur leiðsluroyndir og megnar at kveikja starvsfólkHevur breiða fakliga vitan um børn 0-7 árKann vegleiða og fylgja upp uppá børn við serligum tørviBrennir fyri námsfrøðiligari menning og hevur ein álítandi leiðslustíl Um SóljugarðSóljugarður liggur í Sandavági, og er staðsettur mitt í Sandavágs bygd við sera vakrari náttúru rundanum. Dentur verður lagdur á spæl, relatiónir, náttúruna og eitt lærandi umhvørvi. Leiðslutoymið tryggjar dygdargóða menning av stovninum. Løn og umsóknLøn og treytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møgulig viðmæli. Umsóknarfreist: Týsdagin 25. februar 2025.Meira fæst at vita við at venda sær til Janu Egholm, leiðara, á tlf. 794456.
19.2.2025